• VÆLKOMIN

    Á HEIÐAVEG 5, SALTANGARÁ

TÍÐINDI

Summartíð

So kom summartíðin…Í vikunum 31, 32 og 33, hava vit ikki…

Ari er byrjaður sum fysioterapeutur hjá okkum.

Vit kunna við gleði boða frá, at Ari Johannesen júst er…

Summar hjá HKcare

Summarfrítíðin er so smátt byrja her hjá okkum. Kristian…

FYSIOTERAPI

Kristian er útbúgvin fysioterapeutur frá Fysioterapeutskúlanum í Esbjerg í 2008. Kristian hevur verið á ymiskum skeiðum í manuellari viðgerð, Kinesio tape, manipulatión og McKenzie.

Umframt hetta hevur hann tikið IMS Akupunktur og er certifiseraður IMS akupunktørur frá 2009.

Kristian hevur eisini tikið eftirútbúgving hjá SuperSole viðv. framleiðslu av serinnlegssólum.

Í oktober 2012 fór Kristian undir ítróttarfysioterapi-útbúgvingina og tók 2 skeið í oktober 2012 og 2 skeið í mars 2013. Introduktiónsskeiðið, Tapeskeið, Akslaskeið og Alboga- og hond-skeið hjá Ítróttarfysioterapi Fakbólkinum.

Kristian hevur harumframt verið og er fysioterapeutur hjá fleiri ymiskum fótbóltslandsliðum síðan 2007. Fysioterapeutur hjá 1. liðnum hjá B68 síðan 2011.

Hjá HK Care arbeiðir eisini Sveinur Justinussen. Hann byrjaði at arbeiða hjá okkum 10. oktobur 2017. Sveinur er útbúgvin Professions Bachelor í Fysioterapi frá Professionshøjskolen Absalon í Campus Næstved í 2012.

KOSMETOLOGI

Halgerð er útbúgvin kosmetologur frá Inter-Clinitique í Kolding í 2006.

Eftir útbúgving hevur Halgerð arbeitt uttanlanda, við húðrøkt og smyrsli í Matas. Har um framt hevur hon eisini arbeitt á vælverustovu í Danmark og í Føroyum.

Halgerð hevur endurnýggja sær útbúgvingina hjá Birch & Baagø í 2010, og er javnan á skeið og fær betur innlit og kunnleika til viðgerðir og vørur.

Apríl 2017, bleiv Halgerð útbúgvin Brow Stylist, hjá Mii Cosmetics.

Januar 2018, tók Halgerð skeið, til at arbeiða við Skin Consept TriPlex.

Heiðavegur 5
FO-600 Saltangará
Faroe Islands

Fysioterapi & Kosmetolog
+298 447272
hkcare@hkcare.fo

VIT HAVA OPIÐ

Mánadag-leygardag
eftir avtalu

FYLG OKKUM Á

© 2026 HKcare. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE